Vitarenning

Í hesi uppgávu skulu tit arbeiða í bólkum og finna støð í tykkara staðarøki, har tit kunnu fáa fatur á endurnýtslutigul. Endamálið er at kanna møguleikarnar fyri at brúka hetta tilfar í nýbygging ella umvælingarverkætlanir.

Læraravegleiðing

6. Læraravegleiðing 

Í leitan eftir endurnýtslutigul

Í hesi uppgávu skulu tit arbeiða í bólkum og finna støð í tykkara staðarøki, har tit kunnu fáa fatur á endurnýtslutigul. Endamálið er at kanna møguleikarnar fyri at brúka hesi tilfar í nýbyggingar- ella umvælingarverkætlanum.

Fylg hesum stigum:

Kanning:

  • Finn útav, hvar endurnýtslutigul møguliga kann fáast. Hetta kann vera hjá fyritøkum ella stovnum.

Vitjan og samrøða:

  • Far út og tosa við starvsfólk á teimum støðum, tit hava staðfest. Fáið kunning um nøgdina av endurnýtslutigli, eginleikar og prís.

Felags uppsamling:

  • Flokkurin skal umrøða og taka samanum, hvar ein kann fáa fatur á endurnýtslutigli, hvussu nógv er tøkt, hvørjar eginleikar og prísur tað hevur.

Endamálið við uppgávuni er at skapa felags vitan í flokkinum um endurnýtslutigul í staðarøkinum. Fyri at loysa uppgávuna skulu tit royna at finna ymisk sløg av endurnýtslutigli og svara spurningum um nøgd, góðsku og prís.

Tak hesi bæði skjølini niður fyri at fáa hugskot til, hvar tit kunnu finna endurnýtslutigul, hvørji sløg av tigli tit skulu leita eftir, og hvørjar spurningar tit skulu svara um tey tilfar, tit finna.

Listarnar finna tit eisini niðanfyri.

 

Longd á uppgávuni:

Umleið 5 tímar

Listi yvir upplýsingar, sum skulu savnast inn fyri hvørt stað

Innleiðsla

Hesin upplýsingarlistin skal útfyllast fyri hvønn veitara av endurnýtslutigil, sum bólkurin finnur. Listin inniheldur spurningar um m.a. nøgd, prís og góðsku. Hesar upplýsingar eru týdningarmiklar hjá handverkaranum at vita, soleiðis at tú kanst vera vísur í, at tað, sum er avtalað við kundan, kann leverast.

Listin skal útfyllast so væl sum gjørligt. Tað er ikki altíð víst, at allir spurningar kunnu svarast, men tað er týdningarmikið, at tit innheinta so nógvar upplýsingar sum gjørligt. Um tit í bólkinum meta, at nakrar týdningarmiklar upplýsingar um endurnýtslutigli mangla á listanum, so eru tit vælomin at leggja afturat.

Listi yvir spurningar:

  1. Hvørji sløg av endurnýtslutigul eru at fáa á staðnum? (Taksteinar, formsteinar, múrsteinar – og í hvørjum sniðum fáast tey í?)
  2. Hvussu stór er nøgdin av endurnýtslutigul á staðnum í løtuni? – og hvørji ítøkilig byggiverkætlanir kunnu fremjast við hesi nøgd?
  3. Hvussu meta starvsfólkini á staðnum, at nøgdin av endurnýtslutigul verður í framtíðini?
  4. Hvørjir eginleikar hevur endurnýtslutigul? (litir, stødd, prentstyrki, góðkenning í mun til eksponeringsflokkar)
  5. Hvat meta starvsfólkini á staðnum, at endurnýtslutigul kann nýtast til?
  6. Hvat meta tit í bólkinum, at endurnýtslutigul kann nýtast til?
  7. Hvat er prísurin á endurnýtslutiglinum?
 

Íblástur

Hesin listin er ætlaður sum íblástur til, hvørji sløg av endurnýtslutiglið tit kunnu leita eftir, og hvar endurnýtslutigul vanliga kann finnast. Hugskotini eru skrivað út frá, hvar tað vanliga er møguligt at finna endurnýtslutigul. Tað er ikki vist, at tað er tað sama í tykkara staðarøkið, so tykkara egnu hugskot kunnu vera líka góð.

Listi yvir hugskot til, hvørji sløg av endurnýtslutigul tit kunnu royna at finna:

  • Múrsteinar
  • Klædningstigul
  • Taksteinar
  • Tigulálegging

Listi yvir hugskot til møgulig støð at finna endurnýtslutigul:

  • Staðar byggivøruhandilin
  • staðar endurnýtsluplássið – summi endurnýtslupláss hava eina serliga deild til beinleiðis endurnýtslu av byggitilfari, onnur hava serligar bingjur, har man sleppur at taka tilfar, sum onnur hava burturbeint. Onnur hava eina heilt triðju loysn. Tosa við starvsfólkið um, hvussu tey gera á tykkara staðar plássi.
  • Endurnýtsluhandlar
  • Tigulverk – summi tigulverk selja eisini endurnýtslutigul
  • Niðurrivingarfeløg