Umhvørvisligar fyrimunir við at endurnýta tigulsteinar
Nú skalt tú læra meira um, hvussu endurnýtsla av tigulsteinum er ein fyrimunur fyri umhvørvi og teilfeingisnýtsluna. Endamálið er at gera tær føran fyri at samanbera nýtt og endurnýtt tilfar og meta um, hvat er best fyri umhvørvið.
Veðurlagsávirkan
Tað er nógv fokus á vandan fyri veðurlagsbroytingum í okkara samfelag. Tí verður í nógvum norðurlondum hugsa nógv um, hvussu veðurlagsávikanin frá byggitilfari kann minnkast.
Veðurlagsávikanin frá einum byggitilfari kann roknast út við støði í Lívsringrásarmeting, eisini kallað LCA. LCA er ein meting av møguligum umhvørvisávirkanir og er ein modell, ella ein formil, har tørvur er á at seta inn dátur (tøl) frá m.a. serligum byggitilfar.
Dáturnar um veðurlagsávikanina hjá einum byggitilfari er at finna í einum vørudátablaðið, ið kallast Environmental Product Declaration. Tað verður stytt til EPD. Finn meira kunning um EPD við at klikkja her.
Í summum førum eingin EPD til eitt byggitilfar, tí tað er upp til framleiðaran sjálvan at fíggja og framleiða EPD-dokumentatiónina. Í teimum førum skulu generisk dáta nýtast. Generisk dátur eru miðaltøl. Í Danmark kanst tú finna hesi tøl í Bygningreglement.
Fyri at gera eina einfalda veðurlagsrokning er tørvur á:
- Ein EPD ella aðrar dátur um tað valda tigultilfari
- Vitan um teir partar, ið skulu brúkast
- Møguliga ein umrokning av lýstu eindini til aðra eind (dømi: frá tonsi til nøgd)
- Kunnleiki til landskrøvini til tað, sum skal vera við í útrokningini. Les meira um veðurlagskrøvini í byggiregleverkinum á hesi leinkjuni