Snið til skilnað

 

Hugtakið snið til skilnað, ella sum tað kallast á enskum "design for disassembly", merkir, at ein konstruktión er sniðgivin á ein hátt, sum ger tað møguligt at skilja konstruktiónina og síðani brúka tilfarini til aðra konstruktión. Konstruktiónin skal tí kunna verða atskilt uttan at tey brúktu tilfarini verða skadd. Snið til skilnað kann gerast ein partur av byggivirkinum við tigulsteinum í nógv størri mun, enn tað verður gjørt í dag.

Endamálið við hesi grein og uppgávu er at geva tær innlit í, hvørjar fyrimunir eru við at byggja við tigulsteinum, har snið til skilnað er hugsað inn, og at geva tær evnini at velja ein múr, sum ger tað møguligt at atskilja og endurnýta tilfarini á sikt.

Læraravegleiðing

4. Læraravegleiðing

Tigulsteinar

 

Múrsteinar úr tigul eru væl kendir fyri at vera haldgóðir, og við røttum viðlíkahaldi kunnu tigulkonstruktiónir halda í nógv ár. Við einum tilfari sum tigusteinar, sum hevur lutfalsliga stórt fótaspor á veðurlagnum, er umráðandi, at konstruktiónir verða sniðgivnar við fokus á møguleikan fyri at skilja og endurnýta seinni.

Í byggivinnuni er snið til skilnað eitt nýtt hugtak, sum er vaksið í tráð við ynskið um at minka um fótasporið hjá byggivinnuni á veðurlagið. 

Í mong ár hevur sementblandingur verið brúkt til múring, sum hevur gjørt tað møguligt at skilja múrverkið, reinsa steinarnar og endurnýta teir.

Murbrokker inden rensning

Venjingin varðar:

Ca. 45 min.

Tó eru dømi farin at síggjast um múrmørtar, sum festa seg so væl í steinarnar, at steinarnir ikki kunnu skiljast frá hvørjum øðrum. Og teir steinar, sum kunnu skiljast, kunnu ikki reinsast, tí viðheftingin við sementblandingini til steinarnar er ov høg.

Múrverk í hesum mørtlum merkir, at eingin annar møguleiki er enn at knúsa tigulsteinin til endurnýtslu. Tað er synd at noyðast at brúka eitt góðsku tilfar sum tigul til t.d. vegafylling, tí tað eru fleiri onnur tilfar, sum hava nógv minni veðurlagsfótaspor.

Tó eru dømi um, at tigulsteinar, ið eru múraðir við hørðum mørtlum kunnu endurnýtast á ein annan hátt. Teir hørðu mørtlarnir hava við sær, at múrverkið kann skerast niður í modulfellir, sum síðani kunnu verða endurmúraðar. Hesin endurnýtsluháttur er tó lutfalsliga tilfeingiskrevjandi og tí ikki so útbreriddur í dag.  

Fólk í vinnuni halda, at tað serliga eru nýggju virknu mørtarnir, sum gera tað ógjørligt at reinsa tigulsteinar. Hetta kemur helst av, at nógv bindandi evni er í virknu mørtunum. Um vit sýggja burtur frá minni møguleika fyri endurnýtslu, hava sterku avrikismørterarnir nógvar fyrimunir. Teir eru sera sterkir, sum ger tað lættari fyri verkfrøðingar at tryggja, at bygningurin kann halda. Mørtlarnir herðast skjótt, sum merkir, at teir eru lættari at brúka í tíðarskeiðum við miðal frost. Hetta hevur við sær færri veðurdagar og ein virknari bygging. Avrikismørtlarnir kunnu eisini verða ein partur av loysnini framyvir. Tað krevur bert, at framleiðararnir fáa eyguni upp fyri, at mørtlarnir skulu kunna takast sundur aftur í longdini, meðan hinir eginleikarnir verða hildnir.  

Foto: Rasmus Hjortshøj - Arkitekt: Lendager

Arbeiða við tigulsteinum

Snið til skilnað kann takast við í ráðleggingina múrsteinsverkinum. Á tann hátt kann størsti møguleiki fyri endurnýtslu tryggjast í longdini. Hetta krevur, at tað verður sett spurnartekin við samansetingina av tilfari, soleiðis at mørturin, sum verður brúktur til múrverk, hevur ta styrki, sum tørvur er á, men heldur ikki sterkari enn neyðugt. Soleiðis verður bæði tryggjað, at bygningurin fær ta ynsktu haldføri, og at tilfarini kunnu endurnýtast.

Taksteinar

Taksteinar úr tigil hava nakrar góðar eginleikar viðvíkjandi longri livitíð, sterkari haldføri, góðum tillagingarmøguleikum og ikki minst stórum møguleika fyri endurnýtslu. Hesir eginleikar gera tigul-taksteinar til eina dygdarvøru.

Tegltage

 

Tað er fyri nærum ikki brúkt nógv hugsan á at hugsa snið til skilnað í rættiliga nógvar verandi takkonstruktiónir, har tigul-taksteinar eru brúktir. Tó eru langt tær flestu takkonstruktiónir, har tigul-taksteinar eru brúktir, gjørdar á ein hátt, sum ger tað møguligt at atskilja konstruktiónirnar, so taksteinarnir kunnu takast niður heilar og endurnýtast aðrastaðni.

Góðu møguleikarnir koma frá, at flestu takkonstruktiónir við tigul-taksteinum eru settar saman á ein hátt, sum ger, at tær eru lutfalsliga lættar at taka sundur. Tigul-taksteinar bindast á eitt lektaundirlag við stáli, sum lætt kann verða loyst. Mønir kunnu vera múraðar ella skrúvaðar á. Í føri, har mønusteinar eru múraðir saman, er ofta lutfarsliga veikir kalkmørtal brúktir, sum lætt kunnu reinsast. Í føri, har mønirnar eru skrúvaðar saman, kunnu hesar skrúvast av aftur.

Tagsten

Undir niðurtøka, er tað týdningarmikið, at taksteinarnir verða viðgjørdir á rættari hátt. Taksteinarnir skulu takast varliga av, bundnir saman soleiðis at tær eru lættar at handfara, flyta og leggja út á nýtt tak. Hetta skal takast við í niðurtøkuna frá byrjan, so forðað verður fyri dýrum arbeiðsgongdum.

Tagsten på paller

Ein ónýttur møguleiki

Flestu tigulsteinar verða tíverii ikki endurnýttar. Hetta kemur helst av, at tað ikki er búskaparliga fyrimunarligt, soleiðis sum arbeiðsgongdirnar eru í dag. Tá ið tigul-taksteinar og taksteinar verða tiknir niður, verða teir vanliga kastaðir niður gjøgnum burturkastrennuna, sum brýtir taksteinarnar. Eftir hetta kunnu taksteinarnir bert nýtast til endurnýtslu. Nógv av knústa tigulsteinarnir verður brúktir sum vegafylli ella sum undirlag á takum við gróðrarøki.

Tagsten klar til knus

Dømi

Teglsteinar, sum ikki kunnu endurnýtast vegna mørtilval

Á teimum fýra myndunum omanfyri sæst púra greitt, at tigulsteinarnir hanga væl saman, sum ger teir ómøguligir at reinsa og endurnýta.

Dømi um takplátur, sum verður endurnýttar

Tagsten

Takpláturnar eru tiknar av, fyri at undirlagið kann skiftast. Í hesum sambandi verða taklektirnar eisini skiftar, áðrenn tær gomlu takpláturnar verða lagdar upp aftur.

Dømi: Takplátur til endurnýtslu í bingjum

Tað er ein fyrimunur at reinsa taksteinarnar, áðrenn teir verða tiknir niður. Tá ið taksteinarnir eru tiknir niður, eigur at verða pakkað í bundi, so teir eru lættir at handfara og leggja út til næsta takverkætlan.

Uppgáva - Val av mørtul

 

Í hesi uppgávu skalt tú hugsa um, hvussu tú kanst sameina teglsteinar við ymiskum mørtlum. Endamálið við uppgávuni er, at tú fær innlit í, hvørjar mørtlar kunnu brúkast til serligar ávirkanarflokkar.

Tú skal finna múrmørtlar, sum kunnu nýtast til hvørja ávirkanarflokk. Valdu mørtlarnir skulu vera so veikir sum møguligt, meðan teir samstundis uppfylla krøvini til ávirkanarflokkinum. Soleiðis tryggjar tú tað besta útgangsstøði fyri seinni sundurskiljing og endurnýtslu.

Hvør múrmørtul kann nýtast í fylgjandi útsetingarflokkum?

  1. MX1
  2. MX2.1
  3. MX2.2
  4. MX3.1
  5. MX3.2
  6. MX4 *
  7. MX5 *

*MX4 og MX5 eru eyka flokkar, sum ikki kunnu standa einsamallir.

Skitse over eksponeringsklasser