Kjak um endurnýtslu av byggitilfari

Ímynda tær, at tú kemur til ein meistara, sum ikki heldur, at tað er eitt gott hugskot at arbeiða við endurnýtslu í byggingini. Ella at tú kemur til ein meistara, sum ikki kennir til krøv og nýggjar lógir, ella sum ikki er fyri at tú og tínir samstarvsfelagar verða útsett fyri vandamiklum evnum í tykkara arbeiði.

Í hesi uppgávu skulu tit kjakast um fyrimunir og vansar við endurnýtslu av tigul og brúka allað tað vitan, tit higartil hava fingið um endurnýtslu av tigul í byggivinnuni. Tú mást tí taka støðu til (antin fyri ella ímóti endurnýtslu av tigul) og grundgeva fyri tí sjónarmiði, so gott tú kanst, fyri at fáa eina fatan fyri teimum grundgevingum, sum kunnu brúkast frá báðum síðum av málinum.

At tosa og kjakast við tínar floksfelagir skal venja teg í at brúka fakorð, víða og menna tínir grundgevingar, og fyrireika teg til at taka lut í einari samrøðu ella orðaskifti um endurnýtslu av tigul í byggivinnuni.

Læraravegleiðing

12. Læraravegleiðing

Kjakuppgáva um endurnýtslu av tigul og burðardygga bygging 

Partur 1: Arbeið saman tvey og tvey (umleið 15 minuttir)

Í fyrsta parti av uppgávuni skulu tit saman tvey og tvey finna grundgevingar fyri og ímóti endurnýtslu og øktari burðardygd í byggivinnuni.

  • Tak fíluna "evni" niður (úti til høgru)
  • Les uppgávutekstin
  • Skriva minst 5 grundgevingar fyri ella ímóti endurnýtslu av tigli út frá hesum evnum. Greiðið frá tykkara grundgevingar so væl sum gjørligt og skriva eisini møgulig mótgrundgevingar niður.

Partur 2: Felags í flokkinum (umleið 15 minuttir)

  • Leggið tykkara grundgevingar fram fyri flokkinum. Lærarin skrivar evnini upp á talvuna og setir tykkara grundgevingar fyri og ímóti burðardygd upp undir hvørja kategori. Tit kunnu eisini koma við mótgrundgevingum, meðan kjakið fer fram.

Partur 3: Hvør sær (5 minuttir)

  • Nú skulu tit hvør sær velja 3-5 grundgevingar, sum tit halda vera best at kjakast við fyri ella ímóti at arbeiða við endurnýtslu. Tit kunnu bæði velja grundgevingar fyri og ímóti. Skriva tykkara val niður og ein setning um, hví tit hava valt hvønn grundgeving.

Partur 4: Felags í flokkinum (10 minuttir)

  • Leggið ein grundgeving fram fyri flokkinum, sum tú heldur vera ein góð grundgeving, um tú hevur hug.
  • Kjakist í flokkinum um, hvørji grundgevingar flest hava valt – hví? Er tað góðir grundgevingar?
  • Kjakist um, um tit eru vorðin klókari upp á grundgevingunum fyri og ímóti endurnýtslu.
    • Kunnu tit ímynda tykkum at brúka nøkur av hesum grundgevingunum í einari samtalu við onkran?

Tíð:

Umleið. 45 minuttir

Evni til nýtslu í grundgevingum

Emner og inspiration_DK.docx