Hvussu velur man røttu vørurnar?
Niðanfyri skulu tit lesa eitt sindur meira um, hvussu og hví man velur røttu vørurnar og samstundis tekur atlit til møguleikarnar fyri endurnýtslu og enduvinning. Tá tit hava lisið tekstirnar, skulu tit svara uppgávunum niðast á síðuni.
Tá tú skalt velja tigulsteinar og sementblanding, er umráðandi at tryggja, at tilfari tolir ta útsetning, sum tað verður útsett fyri. Við úsetning er at skilja vindur, veður og nýtsla, sum tigulsteinarnir skulu kunna klára. Við at tryggja, at tilfarini hava neyðugu eginleikarnir, slepst undan skaðum á múrverkskonstruktiónini.
Upplýsingar um eginleikarnar hjá tilfarinum eru at finna í avrikisyvirlitini hjá tilfarinum. Dátubløðini kanst tú finna á heimasíðuni hjá veitaranum.
Niðanfyri sæst eitt skema, sum lýsir einstøku útsetingarflokkarnar:
Flokkur
|
Mikrotreyt fyri múrverkið
|
Dømi um múrverk í hesum standi
|
MX1
|
Í einum turrum umhvørvi
|
Innanhýsis múrsteinsverk í sethúsa- og skrivstovubygningum, herundir bakveggurin á ytru holveggjum, sum hava lítlar sannlíkindi fyri at blíva fuktigt. Pussað múrverk í ytru múrum, sum ikki verða útsett fyri miðal ella nógvum regni, og sum eru isolerað móti vætu frá nærliggjandi múrverki ella tilfari.
|
MX2
|
Útsett fyri fukt ella vatnávirkan
|
|
MX2.1
|
Útsett fyri fukt, men ikki útsett fyri frost/tiðnandi ringrásum ella uttanhýsis keldum til tíðandi støði av sulfatum ella ágangandi kemikalium.
|
Innanhýsis múrverk, sum verður útsett fyri nógvum vatndampi, til dømis í einum vaskirúmi. Uttandura múrverk, sum er avbygt av takyvirhangum ella veggklæði, og sum ikki er útsett fyri nógvum regni ella frosti. Múrverk undir frostøkinum í væl drenaði, ikki-ágangadi jørði.
|
MX2.2
|
Útsett fyri sterkum vatni, men ikki útsett fyri frost/tiðnandi ringrásum ella uttanhýsis keldum til tíðandi nøgdum av sulfatum ella ágangandi kemikalium.
|
Múrverk, sum ikki er útsett fyri frosti ella ágangandi kemikalium, og sum eru sett í ytru veggir við klædningi ella flýggjandi takbrúni, í bróstil, í fríttandandi múrum, í jørð, undir vatni.
|
MX3
|
Útsett fyri vatn + frost/tiðnandi ringrásir
|
|
MX3.1
|
Útsett fyri fukt ella vatn og frost/tiðnandi ringrásir, men ikki útsett fyri keldum uttanifrá við týðandi nøgdum av sulfatum ella ágangandi kemikalium.
|
Múrverk sum flokkur MX2.1 útsettur fyri frost/tiðnandi ringrásum.
|
MX3.2
|
Útsett fyri sterkum vatni og frost/tiðnandi ringrásum, men ikki útsett fyri keldum uttanifrá við týðandi nøgdum av sulfatum ella ágangandi kemikalium
|
Múrverk sum flokkur MX2.2 útsettur fyri frost/tiðnandi ringrásum.
|
MX4
(ískoytisflokkur)
|
Útsett fyri saltmettari luft, havsalt ella tøsalt
|
Múrverk í strandarøkjum. Múrverk í nærumhvørvinum av vegum, sum verða saltaðar um veturin.
|
MX5
(ískoytisflokkur)
|
Í einum ágangandi kemiskum umhvørvi
|
Múrverk, sum er í sambandi við jørð ella fyllujørð, ella grundvatn, har fukt og munandi støði av sulfatum eru til staðar. Múrverk, sum er í sambandi við súrari jørð, dálkaða jørð ella grundvatn. Múrverk í nærumhvørvi av industriøkjum, har ágangandi kemikalium verða borin ígjøgnum luftina.
|
Skitsa við dømi um útsetingarflokkar: