Tilfarsgóðska og snið til skilnað

Her kunnu tit læra um, hvussu tit kunnu kanna góðskuna á tilfari, og hvussu munurin er á nýggjum og endurnýttum tilfari. Harumframt kunnu tit læra um, hvussu tit kunnu byggja soleiðis, at lutir kunnu takast sundur og endurnýtast við at brúka meginregluna "snið til skilnað".

Hygg at sjónbandið og gerið síðani uppgávuna niðanfyri.

 

Læraravegleiðing

7. Introskeið_FO.pdf

Uppgáva (40 min.)

Nú skalt tú svara niðanfyri standandi spurningum. Skriva tíni svar niður, so tú kanst brúka tey seinni. Tú kanst gjarna flyta spurningarnar til Word, so tað er lættari at skriva svarini til hvønn spurning.

Saman í bólkum av 2 persónum: 30 min

  1. Greinið og lýsið við tykkara egnu orðum, hvat ein CE-merkningur er.
  2. Kom við dømi um góða og vánaliga góðsku á vørum úr tínum gerandisdegi. Hvat er góð góðska, og hvat er vánalig góðska?
  3. Kanna, hvat skal til, fyri at ein byggivøra kann CE-merkjast (leita á internetinum eftir byggivøruforordningini).
  4. Lýsið meginregluna 'Design for Adskillelse' (snið til at skiljast sundur).

Framløga og samanfatan: 10 min

Leggið tykkara svar fram fyri hvønn annan í flokkinum, og evaluerið uppgávuna.

Tíðarætlan: 45 min. 

Filmur: 5 min

Uppgáva: 40 min