Kjakuppgáva (45 min.)
Partur 1 (15 min.)
Í fyrsta parti av uppgávuni skulu tit arbeiða saman tvey og tvey og finna fram til argumentir fyri og ímóti øktari burðardyggheit. Download fílin "evni" (uttast til høgru) og skriva minst 5 argumentir fyri ella ímóti burðardyggheit út frá hesum evnum. Syrgið fyri at greiða tykkara argumentir so væl frá, sum tit kunnu.
Partur 2 (15 min.)
Leggið tykkara evni fram fyri flokkin. Lærarin skrivar evnini upp á talvuna og skrivar tykkara argumentir fyri og ímóti burðardyggheit undir hvørja kategori. Tit kunnu eisini koma við mótargumentum undirvegis.
Partur 3 (15 min.)
Nú skulu tit hvør sær velja tey fimm argumentini, sum tit halda eru sterkast. Hesi argumentini kunnu vera bæði fyri og ímóti burðardyggheit.
Tá ið tit hava valt tykkara argumentir, samlast tit sum flokkur og tosa um, hvørji argument tit valdu, og hvat týdningurin og meining av teimum er fyri burðardyggheit.