Ein týðandi leiklutur í samfelagnum
Handverkarar hava ein týdningarmiklan leiklut í samfelagnum. Nøkur av mest grundleggjandi tørvum hjá menniskjum verða dekt við tí arbeiði, ið handverkarar útinna. Í norðurlondum halda fólk seg mest innandura, og hetta er gjørt møguligt av handverkarum, sum hava bygt bygningarnar. Norðurlond eru bundin saman av undirstøðukervi, sum vegir, brýr og havnir, sum eisini eru bygd av handverkarum. Men byggivinnan er eisini ein stórur partur av útlátinum av vakstrarhúsgassum og stendur fyri stórum parti av teimum ráevnum, sum okkara samfelag brúkar.
Afturlit
Tá ið vit hyggja aftur í tíðina, hevur endurnýtsla verið nógv brúkt. Fyrr var munurin millum arbeiðsløn og byggitilfar nógv annar enn í dag: Tilfar var lutfalsliga nógv dýrari, meðan arbeiðsmegi var munandi bíligari. Tí kundi tað loysa seg at brúka arbeiðstíð uppá at reinsa, umvæla og endurnýta tilfar, heldur enn at keypa nýtt. Í summum førum var nýtt tilfar yvirhøvur ikki ein møguleiki.
Alt í alt var tað bæði fíggjarlig motivatión og ofta ein neyðugleiki at endurnýta tilfar.
Fram til í dag
Við industrialiseringini minkaði prísurin á byggitilfari, orsakað av møguleikanum fyri massaframleiðslu og betri undirstøðukervi. Tørvurin á endurnýtslu var ikki longur tann sami, og tí hevur endurnýtsla av byggitilfari verið nógv minni vanlig í eina longri tíð.
Í dag er endurnýtsla av byggitilfari aftur á breddanum. Hóast endurnýtt tilfar ikki altíð er bíligari enn nýtt, er endurnýtsla av byggitilfari vorðin ein partur av tí politisku dagskránni, tí tað kann hjálpa við at loysa fleiri trupulleikar, sum t.d. veðurlagsbroytingar, ráevnismangul og oyðilegging av náttúruni.
Tí er tað týdningarmikið, at nýggja ættarliðið av handverkarum verður útbúgvið til at byggja við endurnýtslutilfari, soleiðis at byggivinnan kann vera við til at skapa eitt burðardyggari samfelag.
Hvat vil eg við mínum handverki?
Nýggjar lógir frá ES fara í komandi árum at ávirka byggivinnuna. Byggifyritøkur fara at hava tørv á starvsfólkum, ið kunnu byggja meira umhvørvisvinarliga. Higartil hevur hetta ikki verið ein stórur partur av útbúgvingini ella fakinum, og tí fer tað í komandi árum at verða stórur eftirspurningur eftir starvsfólkum við hesum førleikum.
Tað eru nógvar vegir at ganga við sínum handverki, og møguleikarnir broytast allatíðina, tí vit gerast klókari, og tørvirnir broytast. Tí er tað týdningarmikið, at tú og tínir floksfelagar seta tykkum inn í tey krøv, gongdir og háttaløg, sum eru galdandi nú og fara at ávirka arbeiðsmarknaðin, tit koma út til.