1. Innleiðslusjónband

Endamálið við innleiðslusjónbandinum er, at tú og tín flokkur fáa eitt innlit í týdningin, ið handverkarin hevur í samfelagnum, og hansara leiklut í mun til umhvørvið.

Byrja við at hyggja at sjónbandinum, sum innleiðir tykkum til evnið. Niðanfyri sjónbandinum eru nakrar uppgávur, sum tit kunnu loysa aftaná.

Læraravegleiðing

1. Introskeið_FO.pdf

Leiklutur handverkarans

Tú hevur nú sæð innleiðslusjónbandið, har ein granskari, ein politikari við samfelagsinnliti og ein fyrimynd, sum arbeiðir við endurnýtslu, hava givið sítt boð uppá, hví handverksútbúgvingar eru týdningarmiklar, og hvussu tú kanst brúka tína útbúgving til at gera mun.

Endamálið við hesum uppgávum er, at tú og tín flokkur hugsar um og tekur støðu til týdningin av handverkaranum í samfelagnum og hansara leiklut í mun til umhvørvið.

Uppgáva - leiklutur handverkarans

Nú skalt tú svara niðanfyri standandi spurningunum. Syrg fyri at skriva tíni svar niður, so tú kanst brúka tey seinni. Tú kanst eisini flyta spurningarnar til eitt Word-skjal, so tað er lættari at skriva tíni svar til hvønn spurning.

1. Arbeið sjálvstøðugt (15 min.)

  • Greið frá, hví tú valdi eina handverksútbúgving. Var nakað av tí, tú hoyrdi í sjónbandinum, sum tú helt vera viðkomandi fyri, hví tú vilt verða handverkari?
  • Greið við tínum egnu orðum frá leiklutinum hjá handverkaranum í samfelagnum, og nevn trý øki í samfelagnum, har handverkarar hava ein týðandi leiklut.
  • Ímynda tær, at tú skuldi greitt einum vini frá orðinum umhvørvi uttan at brúka orðið sjálvt. Skriva tína frágreiðing niður.
  • Hvat gongur tú uppí í mun til umhvørvið? Tað kann vera innan títt fak, tín gerandisdag ella heimsins støðu í heild.

2. Við einum síðufelagi (5 min.)

  • Fortel tíni svar til tín síðufelag.
  • Hava tit nakað til felags?

3. Greið sjálvur frá: Hvussu kunnu handverkarar taka lut í menningini? (10 min.)

  • Hvussu heldur tú, at man við eini handverksútbúgving kann hjálpa til við at betra umhvørvið? Skriva minst tvær støður niður, har handverkarin kann hjálpa til við at betra umhvørvið.
  • Hvat skal til, fyri at tú – og handverkarar sum heild – kunnu gera sítt besta til at betra umhvørvið?

4. Framløga fyri flokkinum (10 min.)

  • Legg fram nøkur av tínum bestu svarum fyri flokkin úr teimum fyrstu tveimum uppgávunum. Høvdu tit nakað til felags?
  • Tosið í flokkinum um, hvussu handverkarar kunnu hjálpa til við at betra umhvørvið, og hvat skal til, fyri at tað kann henda meira í framtíðini.

Tíðarætlan: 45 min.

Filmur: 5 minuttir

Uppgáva: 40 minuttir