Hvar kann tilfarið nýtast?

Í hesi venjingini skalt tú viðgera eina røð av endurnýtslu av trætilfari, ið kemur frá einari útvaldari niðurriving. Tú skalt koma við uppskotum til, hvussu hesi tilfar kunnu nýtast í einum bygningi ella í eini konstruktión.

Venjingin er framhald av sjónbandinum um Lóggávu, eld og statik.

Læraravegleiðing:

8. Læraravegleiðing:

Foto: Naeste.dk

Foto: Genbyg.dk

Foto: Genbyg.dk

Foto: Genbyg.dk

Uppgáva (3 tímar)

Fyrireiking einsamallur: 45 min.

Hygg væl at teimum 4 myndunum.

Ímynda tær, at tú fær handað tilfarið frá niðurrivingini av einum bygningi við fleiri hæddum.

Hetta er tilfarini:

  • 12 termovindeygu í træ, 920x1240 mm
  • 2 termohurðar í træ, 900x2100 mm
  • 100 stk. bjálkar, 60x110x4800 mm
  • 100 stk. gólvbrettir úr massivum eikitræ, 20x140x1500 mm

Við støði frá tíni vitan frá sjónbandinum um lóggávu, eld og statik skalt tú nú koma við hugskotum og uppskotum til, hvat slag av bygging og hvørjar konstruktiónir tilfarini kunnu brúkast til.

  • Skriva tíni hugskot niður og tekna skitsuloysnir á eitt pappír.
  • Leita og kanna meira um, hvat fyri nýtslu tilfarini hóska seg best til. Tilfarini kunnu eisini sameinast við onnur endurnýtslutilfar í træ, sum tú sjálvur finnur.

Saman í bólkum av 2-3 persónum (105 min.)

  • Setið tykkum saman í bólkar á 2-3 persónar og vísið hvørjum øðrum tykkara hugskot og skitsuloysnir.
  • Kjakist um møguleikar, fyrimunir og vansar við tykkara ymisku skitsuloysnir.
  • Veljið eina skitsuloysn, sum tit vilja arbeiða víðari við í bólkinum.
  • Teknið víðari upp á tað valda hugskotið og leitið eftir meira vitan um møguleikar, lógarreglur og nýtslu av endurnýtslutræ í eini bygging. Finnið útav, hvat møguleikarnir eru, og hvar tað gevur mest meining at nýta vørurnar.
  • Gerið endaligar skitsur av tykkara hugskotum til eina bygging ella ein bygningspart.

Framløga og runding (30 min.)

  • Leggið tykkara endaliga hugskot og skitsuloysn fram fyri flokkinum og undirvísaranum.
  • Metið um modulið í flokkinum og komið við uppskotum til, hvussu modulið kann betrast.

Tíð:

Umleið 3 timar.