Snið til sundurbýti - bygningstekning

Í hesi venjing skalt tú gera bygningsskitsur og tekningar við fokus á meginreglurnar um "snið til sundurbýti."

Tekningarnar skulu nýtast í næstu venjing, har ein modell (mock-up) skal byggjast út frá tekningartilfarinum.

 

Læraravegleiðing:

5. Læraravegleiðing

 

Snið til Sundurbýti

Hugtakið Snið til Sundurbýti, ella á enskum "Design for Disassembly," merkir, at ein konstruktión er sniðgivin á ein hátt, sum ger tað møguligt at taka hana sundur og síðani nýta tilfarið til eina aðra konstruktión. Konstruktiónin skal kunna takast sundur, uttan at tilfarið, ið er brúkt, verður oyðilagt. Endamálið við Snið til Sundurbýti er at minka um nýtsluna av serliga ikki-endurnýggjandi tilfeingi og at minka um nøgdina av burturkasti. Í byggivinnuni merkir Snið til Sundurbýti, at byggitilfar og byggivørur skulu takast út, skild burtur frá og endurnýtast. Hetta kann gerast við beinleiðis endurnýtslu, t.e. at byggivøran verður brúkt aftur uttan víðari viðgerð, ella við at endurvinna reinar tilfarstoymir, har tilfarið verður nýtt í nýggjar vørur eftir viðgerð.

Snið til Sundurbýti skal hugsast inn í konstruktiónir við træ í nógv størri mun, enn tað verður gjørt í dag. Til dømis er tað týdningarmikið, at samlingar eru sjónligar, einfaldar og ikki fjaldar. Træið skal vera reint og ikki hava óynskt evni í sær. Sjónligar samlingar kunnu t.d. verða skrúvaðar ella boltaðar saman, soleiðis at tær lættliga kunnu takast sundur og endurnýtast.

Niðanfyri verða dømi givin um træ, sum er brúkt á ein hátt, ið ger tað møguligt at taka tað sundur og endurnýta tað.

Tíð:

2 tímar og 40 minuttir.

Dømi

Skúr

Skúrar bygdir úr góðum endurnýtslutræ. Veggirnir eru gjørdir sum lutir, ið lættliga kunnu takast sundur, flytast ella endurnýtast. Berandi konstruktiónin í vegginum er gjørd sum stavløg úr endurnýttum timbri. Stólparnir og berandi bjálkarnir standa á jørðskrúvum, sum lættliga kunnu skrúvast upp og endurnýtast. Klæðningurin er frávaldir terrassubrettir og gólvbrettir, sum eru skrúvaði fast og gjørd sum modular, ið kunnu flytast og endurnýtast uttan stórvegis trupulleikar.

Framsíðisklæðning við træspónum

Framsíðisklæðning við træspónum, gjørd úr stuttum stykkjum av endurnýtslutræ á 600 mm. Vanliga eru framsíðisklæðningar lang brettir á 4-5 metrar, men við at nýta avskurð kann ein minka um træburturkastið og samstundis minka um nýtsluna av nýggjum træi.

Et skur beklædt med genbrugstræ.
To mænd der bygger en væg på et skur.

Brenndir framsíðueindir

Brenndar framsíðueindir í modulstøddum á 600x1200 mm gjørdar úr endurnýtslutræ. Eindirnar verða framleiddar á einum verkstaði og síðani sett á framsíðuna. Hesar eindirnar eru lættar at skifta út og seta upp aftur. Brennt træ er ein burðardyggari ídýpingarháttur samanborið við aðrar mannagongdir. Tá ið ovastu millimetrarnar av trænum verða forkolaðir, verða sukurstoffini í trænum eisini brend burtur, soleiðis at skaðiligar mikroorganismur ikki kunnu liva av tí. Soleiðis rotnað træið ikki.

Berandi konstruktiónir

Berandi konstruktiónir ið eru gjørdar við málmleggingum og sjónligum samlingum eru lættar at taka sundur og endurnýta. Sjónligu liðirnar eru boltaðar saman og verða samstundis nýttar sum ein partur av arkitektoniska úttrykinum í byggingina. Eisini kunnu rimabjálkar og rimasparrar verða gjørdir úr endurnýttum timbri og brettum.

Gólvbrettir

Tjúkk gólvbrettir í góðari góðsku eru góðir og lættir at endurnýta, um teir ikki eru límaðir saman. Teir skulu reinsast og vaskast, áðrenn teir kunnu setast upp aftur í einum bygningi.

Timbursamlingar

Siðbundnar timbursamlingar umboða siðbundið handverk. Í dag verða siðbundnar timbursamlingar framvegis nýttar, tó mest í sambandi við endurnýggjanaruppgávur ella við- og umbyggingar, har siðbundnu loysnirnar verða fluttar og endurnýttar frá verandi bygningum. Timbursamlingar er eitt gott dømi uppá "Snið til Sundurbýti." Myndirnar í hesum partinum eru læntar frá timbur- og snikkarafyritøkuni WINTHER A/S. Winther-as.dk

Uppgávan (2 tímar og 40 minuttir)

Fyrireiking (20 min.)

  • Lýs eitt dømi, har tú hevur upplivað, at tilfar og konstruktiónir vóru trupul at taka sundur.
  • Hvussu vóru tey trupul at taka sundur?
  • Hvussu kundi hetta verið gjørt snildari?
  • Greið frá og kjakist um tykkara royndir og loysnir í flokkinum.

Saman í bólkum av 2 persónum (2 tímar)

  • Leitið á netinum eftir øðrum loysnum, sum eru sniðgivnar við "snið til sundurbýti" í træ. Hetta kann vera alt frá fundamenti, bjálkaløgum, uttanveggjum, gólvum, vindeygum, klæðningum, møblum, innbúgvi og takkonstruktiónum o.a.
  • Gerið 3 skitsuloysnir til ymiskar bygningslutir, har tit hava serligt atlit á snildar loysnir, ið kunnu takast sundur og endurnýtast. Tit kunnu hugsa kreativt og koma við nýggjum uppskotum til t.d. innaru og uttaru klæðningar. Hetta kann eisini vera samlingslýsingar millum tveir bygningslutir ella eitt heilt triðja hugskot. Hugsið um modular, ið lættar kunna verða skiftar út. Valið er tykkara, og tit hava frælsi. Tað skal tó hava samband við timbur- og snikkarafakið.
  • Vís tykkara skitsuloysnir fyri flokkinum og undirvísaranum, ið gevur viðmerkingar.
  • Veljið ein skitsuloysn, sum tit vilja arbeiða víðari við. Uppskotið skal viðgerast gjøllari, áðrenn tit gera endaligu konstruktiónstekningarnar.
  • Gerið nú endaligu konstruktiónstekningarnar til eina mock-up í einum digitalum tekni-forriti ella við hondtekningum, gjarna í 2D og 3D. Henda mock-up skal byggjast í verkstaðnum í næstu venjing.

Framløga og runding (20 min.)

  • Leggið fram tykkara endaliga hugskot og tekningar fyri flokkinum og undirvísaranum.
  • Metið um modulið í flokkinum og komið við uppskotum til, hvussu modulið kann betrast.