Viðgerð av tilfari

Í hesi uppgávu skulu tit byggja eina mock-up, sum hevur serligt atlit at "snið til sundurbýti."

Uppgávan verður gjørd sum framhald av virknisøkini Konstruktiónstekning, har tit hava gjørt konstruktiónstekningar til at gera eina mock-up.

Læraravegleiðing

6. Læraravegleiðing

Saman í bólkum av 2 persónum (5 1/2 tíma)

Út frá teimum konstruktiónstekningunum, tit hava gjørt í uppgávuni "snið til sundurbýti - konstruktiónstekning," skulu tit nú byggja tykkara mock-up í verkstaðnum. Uppgávan kann væl verða gjørd við endurnýtslutræ, men kann eisini verða gjørd við træi, sum skúlin hevur á goymslu.

Tykkara mock-up skal taka støði í einum bygningsparti, sum kann vera eitt av hesum:

  • Fundament
  • Bjálkalag
  • Gólv
  • Uttanveggur
  • Innara ella uttara klæðning
  • Vindeygu
  • Takdetaljur
  • Møblar ella innbúgv

Svarið til endans upp á hesar spurningar (25 min):

  1. Hvat hugsar tú um at byggja konstruktiónir, sum kunnu takast sundur og endurnýtast?
  2. Hvørjar avbjóðingar eru við at byggja konstruktiónir, sum kunnu takast sundur?
  3. Hvat hevur verið trupult við at sniðgeva og byggja til sundurbýti?
  4. Hvussu er tað at arbeiða við endurnýtslutræ yvirhøvur?
  5. Hví er tað týdningarmikið at endurnýta og byggja lutir, sum kunnu takast sundur og umvælast?

Meting og feedback (60 min.)

  • Leggið fram tykkara mock-up fyri flokkinum og undirvísaranum
  • Gevið feedback og metið um uppgávuna 

Tíð:

7 tímar

En konstruktion lavet af forskelligt genbrugstræ.