Læraravegleiðing:

1. Læraravegleiðing

Vitan um træ - eitt genialt tilfar!

Træ er eitt genialt tilfar og hevur stórar møguleikar sum burðardygt tilfeingi. Søguliga hevur træ altíð havt stóran týdning fyri mannaættina og er brúkt til mangt, heilt frá teimum fyrstu einklu amboðunum til stóru vøkru træskipini. Nú brúka vit enntá træ til at byggja nútímans høghús.

Í dag er nógv fokus á at nýta tilfar, sum er gott fyri umhvørvið og okkara jørð. Tí uppdaga vit nú aftur, at viður er eitt framúr burðardygt tilfeingi til nýtslu í byggivinnuni. Trø súgva CO2, meðan tey vaksa. Skógar kunnu við hesum hjálpa til at minka um mongdina av CO2 í luftini. Á henda hátt kann viðurin, ið vit brúka til bygging, virka sum eitt koltvísýringargoymslur og hjálpa við at minka um CO2 í lofthavinum.

Her á síðuni kanst tú læra meira um, hvussu viður kann vera við til at gera heimin til eitt burðardyggari stað. Tað snýr seg um at nýta træið á besta hátt og so leingi sum gjørligt, so vit minka spill, fella færri trø og ávirka umhvørvið minni - samstundis sum vit tryggja, at vit hava nóg mikið av træi nú og skógar til komandi ættarlið.

Endurnýtsla

Endurnýtsla snýr seg um at brúka eina vøru aftur, uttan at broyta form ella endamál. Eitt dømi kann vera eitt vindeyga, sum verður tikið úr einum bygningi og síðani sett í ein annan.

Endurvinning

Endurvinning merkir at nýta tilfar ella vørur til at gera nýggjar vørur ella tilfar. Hetta krevur ein ella annan form fyri viðgerð av upprunaliga vøruni ella tilfarinum fyri at skapa okkurt nýtt. Eitt dømi kundi verið, at viður frá niðurrivingum verður gjørdur til nýggjar trævørur, ella verður gjørdur til spónir.

Endurnýtsla og

endurvinning av viður

Møguleikarnir fyri endurnýtslu og endurvinning av viður eru stórir, men nøkur avbjóðingar eru við mátan, vit brúka viði í dag. Vit spilla nógv tilfeingi við at brenna viðin av ov skjótt, og vit vanrøkja at ansa væl eftir trætilfarinum í lívstíðini.

Okkara lyndi til at keypa nýggjan viði ístaðin fyri at endurnýta og endurvinna tað, ið vit longu hava, skapar nógv burturkast og leggur trýst á skógartilfeingið.

Tíðin er komin til at broyta okkara nýtslymynstur. Vit mugu broyta okkara veitingarketur, menna nýggjar vørur, sniðgeva øðrvísi og umhugsa, hvussu vit brúka og arbeiða við viði.

Alt byrjar við at "bjarga" trætilfarið, sum áður bara var burturkast. Síðani skulu vit fyrireika viðin, ið skal nýtast aftur - antin til tað sama ella til okkurt nýtt.

Her kemur tú inn í myndina.

En stor stak med planker.

Uppgáva 1 av 2 (15 min.)

Tú mást gjarna avrita spurningarnar inn í eitt skriviforrit, so tað er lættari at skriva svarini niður.

Arbeiði sjálvstøðugt (7 min.)

  1. Greið frá við tínum egnum orðum, hvat endurnýtsla merkir. Kom síðani við einum dømi um endurnýtslu av viði í byggivinnuni.

  2. Greið frá við tínum egnu orðum, hvat endurvinning merkir. Kom síðani við einum dømi um endurvinning av viði í byggivinnuni.

Við maka (7 min.)

  1. Les tínar lýsingar hart fyri tínum maka, og metið saman, um tit eru samd.

  2. Finn saman eitt dømi, har tað er trupult at gera av, um talan er um endurnýtslu ella endurvinning. Minnist til at skriva tykkara dømi niður, tí tit skulu brúka tað til felags gjøgnumgongd seinni.

 

Fyrimunirnir við at byggja við viði

Byggitilfar úr viði, bjóðar fleiri fyrimunir, eitt nú eina árliga minking á 483 milliónir tons av CO2-útláti. Hetta kemur av, at træ kemur ístaðin fyri annað tilfar, sum betong, metal, múrsteinar og plastikk.

Økta nýtslan av timburbygging er drivin av fleiri viðurskiftum:

  • Vaksandi vælumtókta viði sum avloysari fyri tilfar við høgum kolvetnisavprenti, so sum stál og betong.
  • Økt bústaðarbygging, har viður verður nýttur sum umhvørvisvinarligt alternativ til vanligt tilfar.
  • Vaksandi tilvitan um ágóðan av viði fyri umhvørvið og førleikan at stuðla veðurlagsbati.
 

FAO, Gresham House​

Í komandi 30 árunum verður væntað, at heimsumfatandi nýtslan av træ árliga fer at vaksa við:

3,1%

Vaksandi eftirspurningur

Træ er eitt meira umhvørvisvinarligt tilfar enn nógv av hinum tilfarinum, ið vit brúka í byggivinnuni. Men ein vaksandi eftirspurningur eftir viði til byggivinnu, orku og trævørur er eisini ein avbjóðing.

Tørvurin á meira viði kemur av, at vit gerast alsamt fleiri, og at tað samstundis er eitt ynski um burðardyggari loysnir. Okkara skógir kunnu ikki nøkta tann vaksandi tørvin eftir biomaterialum. Tað krevur nýskapandi loysnir og eina snilda tilgongd til at tryggja, at viður framhaldandi er eitt burðardygt tilfeingi til framtíðar byggingar. Tí er umráðandi, at vit brúka viðin við skili.

Haldførið í viðinum

Stavkirkjur er eitt sterkt prógv upp á, hvussu gott haldføri viðið kann hava.

Bygningar, sum hava staðið í øldir, vísa, hvussu viður undir røttu umstøðunum kann halda í sera langa tíð. Tá ið vit brúka viðin við skili, og byggjaríið heldur leingi – ella viðurin verður brúktur fleiri ferðir – minkar tað um tørvin á støðugt at útvinna nýggjan viður. Soleiðis kunnu vit betur nøkta eftirspurningin eftir viði og samstundis minka um tørvin á skógarhøgging og framleiðslu av nýggjum træi.

En kirke af træ med sort tag og tre tårne.
Heddal Stavkirkja í Noregi, bygd í 1200-talinum

Tær tvær modellirnar

Tá ið vit tosa um burturbeining av viði í byggivinnuni, tosa vit vanliga um tvær ymiskar modellir: tann linjurætta modellin og ringrásarmodellin.

 

Linjurætt

Í einum linjurættum burturbeiningarmodel verður ein vøra burturbeind eftir nýtslu. Eingin roynd verður gjørd at endurnýta ella endurvinna hana, og tí verður tilfarið bert nýtt eina ferð, áðrenn tað verður mett sum burturkast og antin sent á tyrvingarpláss ella brent.

Hetta førir við sær mistar virðismiki tilfeingi og størri ávirkan á umhvørvið.

Ringrásar

Í eini ringrásarhandfaring av trætilfari verður miðað eftir at endurnýta og endurvinna vørur, so tær kunnu nýtast fleiri ferðir ístaðin fyri bert einaferð. Ringrásartilgongdin hevur til endamáls at leingja lívstíðina hjá tilfari og minka um mongdina av burturkasti. Tað krevur eitt týðandi arbeiði at tryggja, at viðið kann brúkast aftur, eftir at upprunaliga endamálið er uppfylt.

Á henda hátt verður tilfeingið betur gagnnýtt, og ávirkanin á umhvørvið minkar.

 

 

CO₂ Udvinding Delfabrikation Fabrikation Anvendelse Gentænk ForbrændingDeponi LINEÆR CIRKULÆR GenbrugGenanvendelse SPILD SPILD / AFFALD SPILD / AFFALD SPILD / AFFALD

Brenning

Viður verður í vaksandi muni brúktur sum orkukelda. Fyri at stigvíst avtaka fornleivdar orkukeldur, so sum kol og olju, verður orka ofta skift út við orku frá brennandi viði og øðrum sløgum av lívrunnum evnum. Hetta kann vera viður, sum er eftir av skógrøkt, spønir frá sagvirkjum, ella træpillir og spónir frá heilum trøum. Men nakað av tí trætilfarinum kundi fingið sína livitíð longda við at vera nýtt í vørum ella í bygging, áðrenn tað varð brent.

Hóast brenning av træburturkast kann gerast til orku, førir tað eisini við sær útlát av CO2 og øðrum dálkandi evnum.

Tá vit brenna viði til orku, er tað tann lægsta gagnnýtslan, vit kunnu fáa burturúr viðinum. Tí mugu vit nýta viðin sum best, áðrenn vit brenna hann. 

 

Tyrvingarpláss

Viður, sum hvørki verður endurnýttur, endurvunnin ella brúktur til orkuframleiðslu, endar á tyrvingarplássi ella í burturbeining. Tyrvingarpláss er tann ringasta loysnin av teimum øllum, tí tað hvørki er gott fyri umhvørvið ella fyri samfelagið, og viðurin nyttar einki. 

Tá viður, sum kundi verið endurnýttur, endurvunnin ella brent til orku, ístaðin verður lagdur á ruskpláss, kann tað metast sum spill av tilfeingi. Tyrvingarpláss kann eisini hava umhvørvisligar avleiðingar, tí niðurbrótingin av viðinum útlætir CO2 og kann lata skaðilig evni út í jørð- og vatnumhvørvið.

Tá viður inniheldur serliga vandamikil evni, kann tað vera krav, at tað verður sent til burturbeining ella oyðing í serligum anleggum.

 

Ringrás av viður

Viður er bæði eitt endurnýbart tilfar og hevur stórar møguleikar fyri endurnýtslu og endurvinning. Tað eru fleiri møguleikar at leingja um livitíðina á trætilfari og minka bæði um umhvørvisávirkanina og tørvin á nýggjum viði:

  • Upcycling gongur eitt stig longur enn vanlig endurnýtsla við at gera brúktar trævørur til nýggjar og virðismiklari lutir. Til dømis kann gamalt pakkiviður nýtast til veggklædningur ella møblar.
  • Økodesign snýr seg um at hugsa um umhvørvið, tá ið sniðgevur og framleiðir trævørur. Snið, sum eru løtt at umvæla og skilja sundur, tryggja, at vørurnar kunnu viðlíkahaldast og endurnýtast. Tað snýr seg eisini um at nýta fá ymisk tilfar, so vørurnar verða lættari at skilja sundur og endurnýta seinni.
  • Konstruktiv trævernd hevur serliga týdning í bygging, tí tað kann leingja munandi um livitíðinda á viðinum. Millum annað kann talan vera um verju móti sól, vatni og vætu.
  • Spillfyribyrging er eisini týdningarmikil. Vit tveita burtur stórar mongdir av viði, sum kundi verið gjørdar til nýggjar vørur. Hetta er bæði frá sagvirkjum, verksmiðjum, verkstøðum og byggiplássum. Við at gerast betri til at handfara, endurnýta og endurvinna tilfar, kunnu vit minka munandi um spillið av viðum og økja lívstíðina og virðið á tí.

Tað er altso tí í øllum pørtum av trævirðisketuni, at møguleiki er fyri ringrás av viður finnast.

 

Uppgáva 2 av 2 (25 min.)

Avrita gjarna uppgávurnar inn í Word, so tað er lættari at skriva svarini til hvønn spurning.

Sjálvstøðugt (10 min.)

  1. Lýs við egnum orðum, hvat ringrás og linjurætt merkir.
  2. Leita á internetinum eftir "træets affaldshierarki", og lýs tey fimm stigini í hierarkiinum.

Felags (10 min.)

  1. Felags samanfatan um endurnýtslu og endurvinning við framløgu av tykkara dømi, har tað er trupult at skilja ímillum.
  2. Felags samanfatan um "træets affaldshierarki" - gevur tað meining?